UM OG SØGAN

Tað hevði verið áhugavert at hoyrt 340 ára gomlu veggirnir í Fútastova siga sína søgu, høvdu teir kunnað tosað. Fútastova hevur verið heim hjá fleiri mætum fútum og øðrum týðandi embætis­ fólkum í Føroyum. Fútin var hægsta fyristitingarliga vald í Føroyum antin fyri kong ella fyri lensharra, sum hevði fingið Føroyar í len frá kongi. Fútin kravdi inn kongsskatt, matrikkulskatt, leigu av kongsjørð, bøtur fyri lógar­brot og aðrar kongsinntøkur frá føroyingum.
Fútastova hevur eisini verið skúli, kirkja, handil, listasavn, fundarhøli, konserthøli, sethús, sendistova og matstova.

Fútastova hevur somuleiðis verið granni til nógvar týðandi og søguligar persónar, stovnar og hend­ingar. Eitt nú kann nevnast Illa Beinta (Barbara), V.U. Hammershaimb, Áarstovubrøðurnir Hans Andrias og Janus Djurhuus, einahandilin, løgtingið, løgmenn, sorenskrivarar og í nýggjari tíð eisini landsstýrið. Tað var eisini inni í Fútastovu, at løg­tingið samtykti at stovna fríhandil.

Tak niður faldara um Fútastova (pdf fíla)